Onki úrslit at finna.

Dátuviðgerðaravtala

Avtalan
fevnir um

Dátuviðgerðaravtalan er grundað á góðkendu og styttu standardavtaluna frá Dátueftirlitinum og er galdandi fyri allar tænastuveitingar, har Formula løgfrøðiliga hevur leiklutin sum dátuviðgeri vegna teg sum dátuábyrgdara.

Í dátuviðgerðaravtaluni er skjalfest, hvussu ábyrgdin er býtt millum Formula sum dátuviðgera og tær sum dátuábyrgdara.

Henda dátuviðgerðaravtala kemur samstundis í staðin fyri møguliga aðra dátuviðgerðaravtalu millum partarnar og verður dagførd eftir tørvi við tilvísing til útgávunummar og dagfesting.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.