Onki úrslit at finna.

Vit loysa tín tørv

Okkara aðalmál er at virka fyri, at okkara viðskiftafólk fáa optimerað sítt virksemi, og harvið økja um teirra framleidni. Vit hava 35 ára royndir og hava tí servitan, tá ið tað kemur til umstøðurnar hjá føroyskum fyritøkum, kommunum og stovnum – stórum sum smáum. Okkara loysnir fevna um alt títt virksemi og skapa meirvirði umvegis størri inntøkur og færri útreiðslur, so tú sparir tíð og pening.

Microsoft Business Central er ein fíggjarskipan, sum verður brúkt um alla verðina, og gevur fyritøkum og stovnum møguleika at handfara bókhaldsuppgávur, logistikki, verkætlanarstýring og sølu og marknaðarførings uppgávur.

Við Totalview fáa starvsfólk amboð til at handfara umstillingar og ringibólkar skjótt og lætt, og fáa eitt víðfevnt yvirlit, har tey síggja um starvsfelagar eru upptiknir.

Við Totalview Tíðarskráseting fáa fyritøkur og stovnar neyðugu amboðini at halda skil á arbeiðsorkuni hjá starvsfólkum.

Við Løttløn kanst tú avgreiða lønir skjótt og lætt. Løttløn er ein standard lønarskipan, ið Formula hevur ment til tann føroyska marknaðin.

Við Totalview HR fært tú eina HR skipan, har øll starvsfólkaviðurskifti er miðsavnaði í somu skipan – frá starvssetan til starvsfráfaring.

Í takt við at alsamt fleiri mannagongdir og viðgerðir skulu talgildast og effektiviserast, eru vit við til at menna loysnir, sum loysa júst tykkara tørv.

Vit geva ítøkilig uppskot til, hvussu tit kunnu menna og betra tykkara virksemi – grundað á greining av tykkara dátum.

KT-trygd sum virkar – vit umseta torgreidd lógarkrøv til veruliga trygd.

Finn vøruna á nethandlinum

Á nethandlinum hjá okkum sæst eitt stórt úrval av vørum. Alt frá netútgerð, prentarar, teldur, skermar, videofundarútgerð og mangt annað.

Gev gætur! Tað er neyðugt at verða stovnaður sum brúkari, fyri at avgreiða títt keyp.

Your subscription could not be saved. Please try again.
Your subscription has been successful.

Tíðindabræv

Melda teg til tíðindabræv frá Formula, og fá nýggjastu tíðindini

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.